Tey trý, Babou, Annelouise og Sarah hava sjálvi valt hvat tey skulu framføra í finaluni fríggjakvøldið. Sarah hevur valt at framføra ein sang hjá Lady Gaga, nevniliga ?Pokerface?.
-Tað er tí, at mamma og fosturpápi mín elska tann sangin, sigur Sarah við dr.dk.
Babou fer at framføra ?All the Right Moves? hjá One Republic.
-Eg havi valt hendan sangin, tí hann hóskar seg væl til stemningin, sum fer at verða í Parkini. Tað er ein sangur, sum øll kunnu syngja við til, sigur Babou við dr.dk.
Og Annelouise syngur ?Breath Me? hjá Sia.
-Hesin sangurin hóskar væl til mín, sigur hon við heimasíðuna hjá DR.