Tá fundur verður í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, í Marokko um tvær vikur, fer Danmark at atkvøða ímóti ynskinum hjá einum samdum Løgtingi og landsstýri. Tað boðaði Lene Espersen, uttanríkisráðharri, frá, tá samráð var í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum í gjár.
Kringvarp Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at føroyingar hava lagt hart trýst á donsku stjórnina um ikki at ganga ímóti føroyskum áhugamálum, nú IWC ætlar at seta í gildi nýggjar reglur, sum gera, at føroyingar ongantíð aftur kunnu skjóta stórhval. Nýggju lógirnar siga, at bert trý lond, sum longu veiða hval, framyvir sleppa at veiða hval.
Kringvarpið veit eisini at siga, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, hevur heitt á danir um, í minsta lagi, at atkvøða blankt, tá ið málið kemur fyri.
Tá samráð var í umhvørvisnevndini í gjár, boðaði Lene Espersen tó frá, at Danmark fer at taka atlit at áhugamálunum hjá ES og ikki at føroyskum og grønlendskum áhugamálum.
Danmark er bert limur í IWC vegna Føroyar og Grønland, tá Danmark ongantíð hevur veitt hval, og tí ongan rætt hevur at vera limur.