Sleppa nú at kappast um nýggjan risaskúla í Havn

Hesir fýra bólkar av arkitektum og verkfrøðingum, sleppa nú at kappast um at tekna størsta skúla í landinum

Nú kapping lýst um at tekna nýggja risaskúlan í Havnini, Skúlan á Fløtum, sum, skal byggjast hesi næstu árini, og sum fer at hýsa yvir 850 skúlanæmingum og eini 100 starvsfólkum

 

Tórshavnar Býráð hevur samtykt byggiskránna og nú er so hugskotskapping útskrivað, har endamálið er, at nøkur toymi av ráðgevarum við bæði arkitektum og verkfrøðingum, sleppa at geva sítt boð uppá, hvussu skúlin skal vera, bæði hvat útsjónd, bygnaði, ætlan, staðseting og atkomu, viðvíkur og samstundis eisini,  hvussu bygningurin, ella bygningarnir, og virksemið í teimum verða knýtt saman.

 

Frammanundan er fýra ráðgevaratoymi góðkend til at vera við í hugskotskappingini og tey eru longu farin í gongd.

 

Tey eru: Elvi, sum er eitt samtak ímillum Selmar Nielsen Arkitektar, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, LBF og SMJ.

BIGKONTRAST, sum er eitt samtak ímillum BIG-Bjarke Ingels Group, Kontrast byggilist og byggifrøði, LBF og SMJ

Harafturat hava Árni Winther Arkitektar, Zeta Architects, SMJ og LBF gjørt eitt samtak til endamálið.

 Og fjórða samtakið eru MAP Arktitektar, Arkitektar 99, LBF og PB Consult.

 

Freistin at lata uppskotini einn er fríggjadagin 18. desember  klokkan 13. Eftir tað verður farið verður undir at velja besta uppskotið og og í januar verður síðani farið at gera skipanaruppskotið.

 

Sjálv skúlabyggingin verður í trimum byggistigum. Eftir tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin, sum eru 4.- 6-flokkur inn í skúlan. Annað byggistig er til hádeildina, sum er 7.-9. flokkur, og tað verður liðugt í juli 2019. Og í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin, sum er forskúli og til 3. flokk, og frítíðarskúlin inn í skúlan, sigur Býráðið.