Í strembanini eftir at fáa økta kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum hevur Fjarskiftiseftirlitið fleiri ferðir víst á, at vantandi nummarportabilitetur er ein forðan fyri øktari kapping. At eingin nummarportabilitetur er á føroyska fartelefonmarknaðinum merkir, at brúkarin noyðist at skifta nummar, um ætlanin er at skifta veitara.
Føroya Tele og Vodafone hava í eina tíð arbeitt við at menna nummarportabilitet á føroyska marknaðinum, og nú hava tey bæði telefonfeløgini stovna smápartafelag, sum hevur til endamáls at eiga og reka ta føroysku nummarportabilitets-skipanina.
Sum skilst er ætlanin, at skipanin verður tikin í nýtslu fyrru helvt av 2015.