Sleppa nú at brúka rognkelsi

Bakkafrost og Marine Harvest hava nú fingið tíðaravmarkaða goðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk á Kunoyarnesi og í Sundalagnum

Tey bæði alifeløgini hava í ár innflutt rognkelsi úr Íslandi. Fiskurin skal nýtast í royndini at halda talið av lús niðri í alibrúkum. alifiskinum. Royndir seinastu árini vísa, at rognkelsi hevur góð evni at pilka lýs av laksi og tí eru royndir gjørdar at ala rognkelsi í Íslandi, Føroyum og Noregi.

 

Umhvørvisstovan skrivar í dag, at tíðaravmarkað loyvi nú er givið teimum báðum feløgunum.

 

Vitanin um at nýta rognkelsi, og hvørja  ávirkan tað kann hava á umhvørvið er enn avmarkað. Helst eru føroysku og íslendsku rognkelsini hvør sín stovnur, og ílegurnar tí ymiskar. Tí hevur genetiski munurin millum føroysku og íslendsku stovnarnar týdning, men eisini møguligar sjúkur o.a., sum kunnu fylgja við, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu sínari.

 

Tí veitir Umhvørvisstovan fyribils bara tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning í eitt framleiðsluumfar til at seta rognkelsi út í aliringarnar. 

 

Í treytunum fyri at brúka rognkelsi er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa. Harafturat er dentur lagdur á, at um nýggj vitan kemur fram um ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan seta herdar treytir ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út. Treyt er eisini sett um, at rognkelsini verða tikin aftur, tá laksurin verður tikin.