Nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at avtaka 70 ára aldursmarki fyri, nær starvsfólk skulu úr starvi. At 70 ára fráfaringaraldurin nú verður tikin av, merkir, at starvsfólk kunnu halda fram at arbeiða so leingi tey orka. Tað merkir eisini, at aldur ikki longur er ein saklig orsøki fyri at siga fólk úr starvi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í eini fráboðan í dag.
– Men hetta merkir so eisini, at kommunan má skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað fyri eldri starvsfólk. Hann sigur sostatt, ongin skal vera fyri mismuni av aldri, men tey halda eisini, at tey hava brúk fyri teimum eldri. Tey hugsa eisini um at tað er stórt trot á arbeiðsmegi, sigur borgarstjórin.
– Vit eru samd í, at tað er av størsta týdningi, at Tórshavnar kommuna gongur undan í hesum prinsipiella máli og ikki ger mun á starvsfólki á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Heðin Mortensen.