Sleppa neyvan undan revsitiltøkum

Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, væntar ikki, at tað slepst undan revsitiltøkum ímóti føroyingum og íslendingum í makreltrætuni. Tað segði hon í samrøðu við íslendska kringvarpið í gjár. Hon segði eisini, at spurningurin um revsitiltøk hevur verið til viðgerðar í norsku stjórnini.

Lisbeth Berg-Hansen hitti fyrradagin íslendska fiskimálaráðharran og ES-kommiserin í fiskivinnumálum. Aftan á fundin ásannaði hon, at støðan í trætuni er tann sama, men at tað er gagnligt fyri málið at koma saman at tosa um tað, men hon legði afturat, at tað er langt millum partarnar.

-Sjálv vóni eg, at vit koma til eina semju, uttan at tað verður neyðugt við revsitiltøkum, men eg má viðganga, at eg eri ikki serliga bjartskygd, segði Lisbeth Berg-Hansen við íslendska kringvarpið.