Einki røkist fyri, at russiska innflutningsbannið verður tikið av aftur í bræði Heilsufrøðiliga Starvsstovan er farin undir at vitja laksavirkini, sum tey russisku eftirlitsfólkini kannaðu í vár. Ein trupulleiki er, at nøkur krøv eru føroyingar og russar ikki samdir um.
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at um knappar tríggjar vikur fara fólk hjá danska Fødevarestyrelsen til Moskva at hitta matvørumyndugleikarnar har. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ætlar at sleppa við í tað ferðalagið.
Starvsstovan hevur harafturat eina innbjóðing fra norska Mattilsynet í Bergen, sum eisini hevur stríðst við russisk innflutningsbann.









