Sleppa nú á ting

Tjóðartingið í Nepal hevur samtykt eina nýggja stýrisskipan, sum gevur teimum maoistisku uppreistrarmonnunum sæti í tjóðartinginum. Stýrisskipanin er tó bara galdandi fyribils, og tingið skal sita, til ein nýggj og endalig stýrisskipan er gjørd. Avgerðin at geva maoistunum sæti í tinginum er partur av einari friðarætlan, sum hevur til endamáls at fáa uppreistrarmenninar at leggja vápnini og at umskipa rørsluna til ein politiskan flokk. Seinastu tíggju árini hava minst 12.000 fólk latið lív í samanbrestum millum maoistarnar og myndugleikarnar.