Stóra ísfjallið uttan fyri Innaarsuit er ikki longur nakar vandi fyri bygdina. Íbúgvarnir, sum vóru flutt burtur av trygdarávum, sleppa nú aftur til heim síni.
Ísfjallið lá beint uttan fyri bygdina og myndugleikarnir í Grønlandi óttaðust, at tað fór at kálva og tí føra til eina stóra flóðaldu, sum fór at raka bygdina. 33 av teimum 169 íbúgvunum í Innaarsuit blivu tí fluttir úr heimum sínum.
Í dag sluppu tey øll heim aftur. Løgreglan metir ikki, at ísfjallið er til nakran vanda longur. Seinastu dagarnar hevur ísfjallið rikið nakrar hundrað metur burtur, so at tað nú liggur ein stórur klettur millum ísfjallið og bygdina. Harumframt hevur ísfjallið longu kálvað fleiri ferðir, so tað er nakað minni nú enn áður.
Framvegis verða tó børn og gomul og tey, sum eru illa gongd, biðin um at halda seg minst 10 metrar frá sjóvarmálanum.









