Sleppa nú at goyma kvotur til næsta ár

Føroysk skip klára ikki at fiska alla kvotuna í ár og andstøðan í Løgtinginum sigur, at tað er tí at Høgni Hoydal hevur bølt oman á kvotunum ein stóran part av árinum

Føroysk skip skulu sleppa at goyma kvotur av uppsjóvarfiski, tey ikki klára at fiska í ár, til næsta ár. Tað er Vinnunevndin hjá Løgtinginum samd um.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, hevur lagt uppskot um hetta fyri Løgtingið, og tað er Vinnunevndin, sum nú hevur viðgjørt málið, samd við honum í.

 

Men andstøðan í Vinnunevndini, sum eru Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim, siga, at størsta orsøkin til at skipini ikki klára at fiska kvoturnar í ár, er, at Høgni Hoydal, hevur bølt oman á stórum kvotum ein stóran part av árinum.

 

– Árið var næstan hálvrunnið, áðrenn vinnan fekk útskrivað ein part av kvotunum, og tað sum verri var, er, at vit vóru komin um Ólavsøku, áðrenn stóru uppboðssølukvoturnar vórðu bodnar út, siga teir fýra tinglimirnir í andstøðuni, sum eisini eru meirilutin í Vinunevndini.

 

Avleiðingin av hesum er, at vinnan hevur bíðað ein stóran part av árinum. Tískil kom proppur í, og virkini klára ikki at taka ímóti øllum.

 

Teir taka tí undir við, at tað ber til at flyta kvotur frá einum ári til næsta ár, men teir halda, at tað eigur at verða ein varandi skipan so at vinnan kann skipa fiskiskapin, so virðið kann verða so stórt sum møguligt.

 

Fyri nøkrum árum síðan varð eitt avreiðingaravgjald sett á makrel og sild, tá ið skip avreiddu uttanlands, ella til útlendsk móttøkuskip, men eftir uppskotinum frá Høgna Hoydal skal tað avtakast nú, so at tað stendur reiðarum frítt at avreiða uttanlands.

 

Avreiðinagjaldið er ímillum eina og tvær krónur, og úrslitið av avreiðingargjaldinum er, at bæði stór og smærri virkir sett á stovn í Føroyum. Arbeiðið er til nógv fleiri hendur og útflutningsvirðið er hækkað, siga teir fýra nevndarlimirnir hjá andstøðuni í Vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur fingið at vita, at verður tað lógligt at flyta kvotur til næsta ár, er púra óneyðugt at avtaka avreiðingargjaldið, tí tað er ríkiligt av virkisorku í Føroyum til tær kvotur av sild og makreli, sum eru eftir, siga teir fýra.

 

– Fiskivinnulóggávan eigur at eggja til so nógva meirvirking í Føroyum sum møguligt og tí eigur avreiðingaravgjaldið ikki at takast av, sigur meirilutin.

 

Umboðini fyri samgonguna, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, vísa á at eftir at virkið hjá Varðanum á Tvøroyri brann í grund í summar, er móttøkuorkan á landi, skerd, samstundis sum at kvotan er hægri, og tí klára virkini ikki at arbeiða undan.

 

Tí taka tey undir við, at tað skal bera til at flyta kvotur til næsta ár at forða fyri, at skip missa stór virði tí at tey ikki fáa avreitt til matnað í Føroyum.

 

Tey taka eisini undir við at avtaka avreiðingargjaldið fyri at avreiða uttanlands, tí mett verður, at tað kann stuðla undir, at størri partur av føroysku kvotuni av norðhavssild verður fiskað til matna, nú móttøkuorkan á landi í Føroyum er skerd.