Sleppa nú at byggja fleiri íbúðir

Kommunur skulu nú fáa fríðari ræsur at byggja bústaðir. Tað er endamálið við einum uppskotið, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at leggja fyri Løgtingið stutt eftir nýggjár

 

Eftir lógini kunnu kommunurnar byggja røktarheim, eldrasambýli, eldraíbúðir, umlættingarpláss og samdøgursendurvenjingarpláss til fólkapensjónistar. Men Eyðgunn Samuelsen sigur, at í nógva kjakinum um bústaðatrotið hesa seinastu tíðina, hava summi víst á, at kommunurnar eiga at fáa størri heimildir at byggja bústaðir

 

Tí fer hon nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at kommunur eisini skulu sleppa at byggja bústaðir til fólk, sum eru 64 ára gomul, ella sum mangla trý ár í verða fólkapensjónistar. Hon sigur, at endamálið við tí er slóða fyri einum nýggjum bústaðamynstri og eini nýggjari bústaðarmentan, har fleiri eldri fólk flyta í smærri bústaðir.

 

– Á henda hátt verður skapt ein natúrlig ringrás, har yngru ættarliðini, ið hava tørv á fleiri fermetrum, yvirtaka teir størru bústaðirnar, sigur Eyðgunn Samuelsen.