Sleppa nú 750 krónur bíligari

Fyritíðarpensjónstar, sum brúka nógvan heilivág, sleppa nú bíligari

Fyritíðarpensjónistar skulu rinda minni fyri heilivág. Tað er endamálið við einum uppskoti, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú hevur lagt fyri Løgtingið.

 

Endamálið er at lætta um fíggjarliga hjá teimum mongu fyritíðarpensjónistum, sum hava brúk fyri heilivági, og er hetta ein partur av semjuni, sum varð gjørd, tá fíggjarlógin varð løgd fram í heyst, sigur landsstýriskvinnan í eini fráboðan.     

 

Tá ið fólk keypa heilivág kunna tey í ávísum førum fáa tilskot og tey, sum brúka nógvan heilivág, fáa lutfalsliga hægri ískoyti. Men somuleiðis er eitt hámark fyri, hvussu stórar útreiðslur, hvør einstakur kann hava av heilivági.

 

Í dag er er skipanin tann, at ongin skal rinda meiri enn 2.050 krónur um árið fyri heilivág, og tað, sum er oman fyri hesa upphæddina, er ókeypis. Men fyri fólkapenjsónistar er tað øðrvísi, tí teir skulu í mesta lagi rinda góðar 1.300 krónur um árið fyri hendan heilivágin. Børn undir 18 rinda ikki egingjald.

 

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg skjýtur nú upp, at fyritíðarpensjónistar frameftir verða javnsettir við fólkapensjónistar. Verður lógaruppskotið samtykt, lækkar egingjaldið hjá fyritíðarpensjónistum sostatt slakar 750 krónur um árið fyri heilivág, sum tey annars hava rætt at fáa tilskot til.