Í ár er ár teirra brekaðu, og fleiri av røðarunum á summarstevnunum hava verið fólk við tilknýti til teirra, ið bera brek.
Eisini tey, ið fyrireikaðu varmakeldustevnuna, høvdu hetta í huga. Marjun Sigurðsdóttir, formaður í MBF, setti stevnuna leygardagin, og sunnudagin var tað formaðurin í Javna, Malena Arnholdsdóttir, sum flutti fram røðu.
Marjun og Malena eru báðar føddar og uppvaksnar í Fuglafirði.
Sunnudagin kom hann við regni, men fitt av fólki var tó samankomið við bókasavnið, har fólkafundur var settur at vera.
Við minnunum frá barnadøgum sínum í Fuglafirði, megnaði Malena at seta áhoyrararnar aftur í tíðina, ?tá lívið var eydnusamt á hvørjum degi?, sum bygdamaður hennara, Victor á Lakjuni, sigur í einum av meistarverkum sínum.
Síðani tosaði hon um korini hjá teimum brekaðu og greiddi frá, hví tað er neyðugt við einum ári, ið er oyramerkt teimum, ið bera brek, sum hon tók til.
Hon vísti á, at fólk, ið bera brek, ikki hava somu møguleikar at virka og mennast, sum tey, ið kunnu kalla seg ?normal?.
Malena segði, at dreymur hennara er, at Føroyar skal verða eitt land, har tað eisini er normalt at vera ónormal.
Hon endaði røðu sína við at biðja fólk leggja byrðarnar frá sær eina løtu, njóta stevnuna og gleðast um dagin og lívið.