Sleppa kortini at landa makrel í Íslandi

Grønlendsku reiðaríini Royal Greenland og Polar Seafood hava nú fingið at vita, at tey kunnu kortini landa makrel í Íslandi. Boðini hava tey fingið frá Ane Hansen, fiskimálaráðharra. Hon hevur havt samband við myndugleikarnar í Íslandi, og allar forðingar eru nú beindar av vegnum sigur hon við KNR.

Grønlendsku myndugleikarnir hava givið Royal Greenland og Polar Seafood eina royndarkvotu upp á 10.000 tons av makreli at býta í ár. Feløgini ætlaðu at landa makrelin í Íslandi, men tað vildu teir íslendsku myndugleikarnir ikki. Teir vístu á, at skulu fremmand skip landa fisk av einum felags stovni í Íslandi, skal semja vera um, hvussu kvotan verður býtt.

Men í dag hevur Ane Hansen boðað frá, at nú vilja íslendsku myndugleikarnir loyva, at makrelur úr grønlendskum sjógvi verður landaður í Íslandi.

Ane Hansen sigur við grønlendska kringvarpið, at ætlandi fara grønlendingar at royndarfiska makrel nøkur ár afturat fyri at útvega sær neyðugan kunnleika, so farast kann undir vinnuligan fiskiskap.

Hetta hóvar vinnuni væl. Nevndarformaðurin í Polar Seafood, Hanrik Leth, sigur við KNR, at tað er rætt av landsstýrismanninum at gera greitt, at grønlendingar tilskila sær rætt til part av makrelkvotuni.