Sleppa kanska ætlanini at gera Føroyar aftur til fleiri valdømi

VALSKIPANIN Nevndin, sum er sett at endurskoða vallógina, verður kanska niðurløgd, áðrenn hon er liðug við arbeiðið

- Nevndin, sum situr og endurskoðar valskipanina, verður nú kanska niðurløgd, áðrenn hon er liðug við arbeiðið.
Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Nevndin er eitt úrslit av ætlanini, sum fleiri løgtingslimir høvdu um at broyta valskipanina einaferð enn, so at landið aftur verður skipað í fleiri valdømi.
Teir førdu fram, at tá ið tey sjey valdømini vórðu avtikin og alt landið varð eitt valdømi, varð tað gjørt í óðum verkum, uttan at avleiðingarnar vórðu kannaðar.
Tí vildu teir gera landi aftur til fleiri valdømi.
Tað endaði so við, at Løgtingið samtykti ístaðin at seta eina serfrøðinganevnd at endurskoða valskipanina.
Tað var í 2010 at Løgtingið sostatt samtykti at seta nevndina, men tað gekk rúm tíð áðrenn hon fór til arbeiðis av tí, at onkur nevndarlimur ikki tók við vali og tað dró eisini út at velja politiska fylgibólkin.
Men nevndin fór til arbeiðis og er komin rættiliga væl áleiðis við einum úrsliti.
Løgtingisformaðurin sum tá var, Hergeir Nielsen, Miðaði ímóti at nevndin lukkaðist at koma við eini niðurstøðu í heyst so at løgtingið fekk stundir at viðgera málið og koma til eina niðurstøðu til valið í heyst.
Men tað miseydnaðist.
Sjálv miðaði nevndin at koma við eini ávegis niðurstøðu til løgtingsvalið í heyst, men tað eydnaðist heldur ikki.
Men nú eitt nýtt løgting hevur tikið við, kann avleiðingin vera, at nevndin verður niðurløgd og at arbeiðið sostatt heldur ongantíð verður gjørt liðugt.

Spyrja flokkarnar
Jógvan á Lakjuni, sigur, at formansskapurin í Løgtinginum hevur viðgjørt støðuna hjá nevndini eftir at eitt nýtt løgting er valt.
Ongin støða er tikin, men Jógvan á Lakjuni fer nú at spyrja politisku flokkarnar hvussu teir meta støðuna og um teir halda, at arbeiðið at endurskoða vallógina skal halda fram, ella ikki.
Skal haldast fram við arbeiðnum, verður undir øllum umstøðum neyðugt at velja ein nýggjan politiskan fylgibólk, tí summir av teimum, sum vóru í honum, eru ikki longur á tingi, eitt nú Kári á Rógvi og Heini O. Heinesen.
Løgtingsformaðurin sigur tað er ein spurningur um nevndin ikki eigur at fáa umstøður at gera arbeiðið liðugt, eftirsum hon hevur arbeitt við málinum og er komin nakað væl áleiðis.
Hinvegin er tað eisini ein spurningur um tað nývalda Løgtingið, um áhugið er fyri at halda fram við arbeiðnum, sum eitt undanfarið Løgting hevur samtykt.
Hann vísir eisini á, at meiningarnar eru ymiskar og eitt sjónarmið er, at vit skulu ikki hava nakra millumloysn.
- Antin verður landið verðandi eitt valdømi, ella fara vit aftur til sjey valdømi, sum vit vóru, áðrenn lógin varð broytt.
Jógvan á Lakjuni vísir á, at tað, sum Løgtingið samtykti, var ikki ein lóg og tað er ikki ókent, at slíkar samtyktir detta niðurfyri.