Sleppa ikki upp í ALS eftir lestur enn

Tað verður ikki fyribils, at tey, sum akkurát eru liðug at lesa, sleppa upp í ALS.

Samgongan ger nú greitt, at hon tekur ikki undir við uppskotinum frá Javn­að­ar­flokk­inum um at tey, sum eru liðug at lesa, skulu kunna fáa útgjald úr ALS í eitt tíðarskeið ímeðan tey leita eftir arbeiði.
'
Men samgongan ger nú greitt, at hon tekur ikki und­ir við málinum.

Vinnunevndin hevur við­gjørt málið og har á­sanna Alfred Olsen, Bjarni Djur­holm, Hanus Samró og Jan­us Rein, sum eru øll um­boð­ini fyri samgonguna, at tær fíggj­arligu umstøðurnar hjá teim­um, sum akkurát eru lið­ug at lesa, eru ikki nøkt­andi.
Og í summum førum kann tað vera ein orsøk til, at les­andi í Føroyum fara utt­an­lands, tá tey eru liðug við lesn­aðin, tí har hava tey betri, fíggjarligar sømdir.

Tað kann eisini vera ein or­søk til, at lesandi utta­n­lands aftra seg við at koma heim aftur eftir loknan lest­ur, tí so missa tey teir fíggj­ar­ligu f­yrimunirnar.

Men samgongan vísir á, at lands­stýrið arbeiðir við máli­num.
Eitt nú arbeiðir lands­stýrið saman við danska arbeiðsmálaráðið við at fáa í lag eina skipan, har lesandi varð­veita somu rættindi, tey hava í Danmark. Tað merk­ir, at tey kunnu koma til Før­oy­ar at søkja sær arbeiði, með­an tey fáa dagpengar úr Dan­mark í eina tíð.

Eisini arbeiðir lands­stýr­is­mað­ur­in í vinnumálum sam­an við tí nývalda stýr­i­num í ALS við at finna eina nøktandi loysn fyri tey lesandi í Føroyum eftir lokn­an lestur.

Samgongan heldur, at tá ið landsstýrismaðurin í vinn­u­mál­um arbeiðir við mál­i­num, eigur hann at fáa frið til at gera arbeiðið lið­ugt og tí vilja tey ikki taka und­ir við uppskotinum frá Javn­að­ar­flokkinum.