Sleppa ikki undan ávirkan

Eins og Danmark er Svøríki í ES, men ikki í evrusamstarvinum, og enn hevur fíggjarkreppan í evrulondunum ikki havt stórvegis ávirkan á svenska búskapin. Tað staðfesti Anders Borg, fíggjarmálaráðharri, fyrradagin, men hann legði samstundis afturat, at enn er ov tíðliga at siga, um og hvørja avleiðingar fíggjarkreppan í evruøkinum kann fáa í Svøríki.

Í næsta mánað fer svenska stjórnin at leggja fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2012, og Anders Borg segði seg vænta, at uppskotið verður merkt av kreppuni í evruøkinum, tí eftir øllum at døma fer kreppan at fáa ávirkan eina rúma tíð afturat.