Vit mugu alla tíðina virka fyri at geva samkyndum somu rættindi, sum øll onnur hava. Tað sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Týskvøldið feldi Løgtingið eitt uppskot frá samgonguni um at broyta barsilsskipanina so at samkynd foreldur fáa somu rættindi sum onnur foreldur.
Ein grundgeving fyri at fella uppskotið var, at hetta var ikki rætti mátin. Ført var fram, at tað er skeivt at brúka barsilsskipanina til at geva samkyndum foreldrum størri rættindi. Er politiskur vilji til at geva samkyndum størri rættindi, er rætti mátin at broyta lógina um familjurættin, førdu fleiri tinglimir í samgonguni, fram. Men tað er somuleiðis staðfest, at hendan samgongan ætlar ikki at gera nakað við tað málið.
Bjørt Samuelsen var ein av teimum, sum løgdu uppskotið um at broyta barsilsskipanina fyri Løgtingið. Og hon væntar at tey eisini fara at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um familjurætt.
Hon sigur, at tað er eitt mál, tey hava arbeitt við í eina tíð, men tað var løgmaður, sum fekk tey at leggja uppskotið um at broyta barsilsskipanina fyri Løgtingið. Hon sigur nevniliga, at løgmaður boðaði týðiliga frá, at lógin um familjurætt verður ikki broytt, men at tey fíggjarligu viðurskiftini eiga at verða fingin í rættlag. Tað var beinleiðis orsøkin til at tey løgdu uppskot fyri Løgtingið um at broyta barsilsskipanina.
Bjørt Samuelsen sigur, at samstundis hava tey arbeitt við einum uppskoti um at broyta familjurættin og hon væntar, at tað verður lagt uppskoti, tá ið tað er liðugt, men nær tað verður klárt til tað, dugir hon ikki at siga.
Men hon leggur afturat, at hóast lógin um familjurætt verður broytt, slepst ikki undan at broyta barsilsskipanina kortini. Í Løgtinginum varð ført fram, at tað verður neyðugt at fáa heitini sammóður og samfaðir við í barsilslógina.
Bjørt Samuelsen sigur, at Løgtingið hevur samtykt, at samkynd kunnu giftast og tí er eisini neyðugt at broyta aðrar lógir, sum gevur samkyndum somu rættindi sum øll onnur hava.
Tá ið uppskotið var til umrøðu í Løgtinginum týsdagin, fýltist fleiri tinglimir í samgonguni á, at lógirnar ikki vórðu broyttar, tá ið hjúnabandslógin varð broytt. Men Bjørt samuelsen sigur, at orsøkin til tað var rætt og slætt, at politiskt læt tað seg ikki gera tá og tí mugu lógirnar broytast nú, so at samkynd fáa somu rættindi, sum øll onnur.