Sleppa ikki til arbeiðis

Í dag er seinasti dagur hjá studentunum og HF-arunum, sum skulu til endaliga próvtøku í ár, og sum siður er, hava tey síðan tíðliga í morgun forðað ferðsluni á Hvítanesvegnum.

Politiið er har, men ger einki fyri at flyta fólkini.

- Hatta er hvørt ár. Vit tíma ikki at berjast við tey, tí tey eru børn og so nógv í tali. Um eina løtu munnu tey at fara at gevast, tí tey munnu vera køld, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Tiltakið á Hvítanesvegnum hevur havt við sær, at heilt nógv fólk eru ov sein til arbeiðis í dag.