Næstan 900.000 danskir skúlanæmingar fáa lítla og í flestu førum onga frálæru í dag, tí teir umleið 69.000 lærararnir sleppa ikki í skúla, eftir at arbeiðsgevararnir hava lýst verkbann ímóti teimum.
Tað hava arbeiðsgevararnir gjørt, tí at samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála fyri lærararnar eru endaðar úrslitaleysar. Ósemjan snýr seg millum annað um arbeiðstíðina hjá lærarunum. Lærarar, sum eru í tænastumannastarvi, skulu til arbeiðis, og tí eru nógvir skúlar opnir, men skipað frálæra er lítil og eingin.
Nógv foreldur noyðast at lata onnur ansa børnunum, og tey, sum ikki hava nakran til ta uppgávuna, noyðast at taka børnini við til arbeiðis. Fleiri arbeiðsgevarar hava skipað fyri tiltøkum, sum gera tað møguligt.
Eygleiðarar vænta ikki, at verkbannið verður av teimum drúgvu, men at stjórnin fer at leggja uppí. Summi vænta, at tað verður um eina viku.
Verkbannið rakar millum annað 550.000 næmingar í fólkaskúlanum, 102.000 næmingar í privatskúlum og frískúlum, 24.000 eftirskúlanæmingar og 94.000 vaksin, sum ganga til ymisk skeið.