Mannarættindafelagsskapir fýlast á, at ísraelsku myndugleikarnir forða palestinum at flyta úr Gaza-geiran til Vestara Áarbakka Ísraelskiu mannarættindafelagsskapirnir Hamoked og Gisha leggja ísraelsku myndugleikarnar undir at skilja Gaza og Vestara Áarbakka sundur við umsitingarligum tiltøkum.
Felagsskapirnirn siga, at nýggjar reglur hjá ísraelsku myndugleikunum fara at gera tað so at siga ógjørligt hjá einum palestina at flyta bústað úr Gaza til Vestara Áarbakka.
Blaðið Jerusalem Post skrivar, at myndugleikarnir fara bara at loyva fólki at flyta, tá talan er um heilt serligar umstøður.
Hamoked og Gisha siga, at tann broytta umsitingin er enn ein ísraelsk roynd at gera tann landafrøðiliga og politiska skilnaðin millum Gaza-geiran og Vestara Áarbakka uppaftur størri, enn hann longu er.










