Spekulatión
Nú er aftur eitt hol typt í skattalógini.
Tað er eitt hol, sum higartil hevur givið vinnulívsmonnum møguleika til at stinga stórar upphæddir í lumman, púra skattafrítt.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta vinnuskattalógina.
Hetta er ein lóg, sum hevur til endamáls at tryggja, at skattur altíð verður latin av tí vinningi, sum vinnulívsfólk hava.
Sum er, ber tað nevniliga í ávísum førum til at stinga stórar, skattafríar upphæddir í lumman, men hetta skal nú forðast.
Tað er, tá ið partabrøv verða seld, at tað í ávísum førum ber til at stinga allan vinningin í lumman, skattafrítt
? Tá ið ein vinnulívsmaður hevur átt eitt partabræv í 10 ár, ber kann hann selja tað og stinga vinningin í lumman, skattafrítt, sigur Karsten Hansen
Hesin møguleikin er brúktur fleiri ferðir, eitt nú tá ið skip verða seld.
Eigarar, sum hava átt skip í meiri enn 10 ár, hava higartil kunnað selt partafelagið við skipinum og fingið vinningin í lumman skattafrían.
Dømi eru um skip, sum fyri meiri enn 10 árum síðani, vórðu keypt fyri nakrar hundrað túsund krónur. Nú er alt partafelagið, við skipi og fiskiloyvi selt aftur fyri fleiri milliónir.
Men vinnulívsmaðurin, sum seldi, kundi stinga allan vinningin uppá fleiri milliónir í lumman, uttan at betala eitt oyra í skatti.
Er fyritøkan trý ára gomul, verða 25% goldin í skatti av vinninginum.
Eftir uppskotinum, sum nú er lagt fyri tingið, skulu 35% altíð latast í skatti av tí vinningi ein hevur.
? So leingi peningurin er í fyritøkuni, verður hann viðfarin, sum higartil. Men í somu løtu, hann peningurin verður tikin úr fyritøkuni í egnan lumma, skal hann skattast og so ger tað tað sama, hvussu gomul fyritøkan er, sigur Karsten Hansen.
? Tað verður sami skattur av vinninginum frá fyrsta degi til tann síðsta.
Kunnu saktans spekulera
Hann sigur, at hann hevur als onki ímóti, at fólk spekulera í pengum.
?Men so skal tað spekulerast í at vinna pening. Meiri vinning, vinnulívið gevur, betri er tað fyri samfelagið og landskassan.
? Tey, sum hinvegin spekulera í skattalógini, spekulera í veruleikanum við pengum hjá øðrum og tað er hetta, vit nú hava steðgað.
Karsten Hansen ivast ikki í, at vinnulívið fer sum heild at taka væl undir við hesum, tí allarflestu vinnulívsmenn arbeiða í fullum álvara, men tað eru altíð nakrir fáir, sum liva av at misbrúka skattalógina og tær skipanir, sum eru, og tað er hesum misbrúkinum, vit steðga nú.
Og fyri at forða skattaspekulatión í evstu løtu, áðrenn lógin verður kunngjørd, stendur í lógini, at hon kemur í gildi frá tí degi, hon er løgd fyri tingið, og tasð varð hon fríggjadagin