Sleppa ikki í gongd

Tað gongur illa at fáa gongd á donsku 1. deild í fótbólti. Ætlanin var, at byrjast skuldi seinasta vikuskiftið, men teir flestu dystirnir vóru útsettir orsaka av frosti. Soleiðis er eisini hetta vikuskiftið, og hvørki Frem ella Fremad Amager, har føroyskir spælarar spæla, sleppa at spæla landskappingardyst. Ístaðin fyri Frem at spæla venjingardyt ímóti Herfølge, meðan Fremad Amager fer at spæla venjingardyst ímóti Brønshøj.