Tá Sosialurin tosaði við skúlastjóran í Eysturskúlanum í morgun, kom spurningurin so óvart á, at neyðugt var við umhugsingartíð.
- Fyri tað fyrsta haldi eg, at skal LGBT inn í fólkaskúlarnar, skal tað ikki vera upp til tann eistaka skúlastjóran at gera av, men tá mugu boðini kma frá hægri mydugleikum, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Hon sigur, at stendur tað til hana at gera av, so sleppur LGBT-felagsskapurin ikki inn í Eysturskúlan við sínari kunning.
- Tað er ikki tí, at talan er um LGBT, tí eg havi alla virðing fyri teimum. Talan er um eina generella mótstøðu ímóti at taka felagsskapir inn í skúlan við ymsum boðskapum. Vit leggja stóran dent á at læra næmingarnar at virða ymisktleikan hjá fólki, og spurningurin er so, hvar markið verður sett, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Tað var í morgunsending á Rás2, at Sonja Jógvansdóttir luftaði tankanum um at kunna og upplýsa um felagsskapin, ikki bert niður í fólkaskúlan, men heilt niður til barnagarðsbørn.
Men hetta heldur Eyðdis Eidesgaard so ikki vera eitt gott hugskot.
- Vit læra okkara næmingar at virða øll fólk uttan mun til húðalit, trúgv ella kynsliga orientering, sigur skúlastjórin í Eysturskúlanum, sum altso ikki vil loyva LGBT inn í skúlan.
Hanus Joensen, skúlastjóri í kommunuskúlanum, er samdur við Eyðdis Eidesgaard.
- Tað er uppgávan hjá lærarunum at undirvísa í øllum viðurskiftum, eisini tá tað kemur til kynsliga orientering, og tað ætla vit at halda fast við, sigur Hanus Joensen.
Teir taka tí ikki felagsskapir ella áhugabólkar inn í undirvísingina.
- Í framhaldsflokkunum taka vit stundum serkøn inn at halda fyrilestrar, men tað merkir ikki, at felagsskapir av ymsum slag fáa atgongd til skúlan. Tað kann jú skjðótt koma inflatión í slíkt, og so er spurningurin, hvar markið verður sett, sigur Hanus Joensen.
Tað stendur tí greitt, at LGBT skal ikki rokna við, at sleppa inn í teir stóru skúlarnar í Havnini at bera sín boðskap fram.










