Høgni Madsen hjá ÍF var sjálvandi ikki nøgdur, tá hann og liðfelagarnir stóðu eftir við ongum sunnudagin, og hann ásannaði, at ÍF hevði trupult við at gera nakað, tá NSÍ fyrst hevði lagt seg á odda.
- Teir fáa fyrsta málið eftir kontra, og eftir tað leggja teir seg longur aftur á vøllin. Næsta málið kemur eisini sera skjótt, og eftir tað megna vit ongan tíð veruliga at spæla okkum fram til nakrar møguleikar. Teir stóðu væl, og vit høvdu ikki dagin til at gera nakað stórvegis við teir.
Men tað tóktist eisini, sum høvdu tit ilt við at reisa tykkum. Hevur mótburðurin kanska verið ov nógvur seinastu tíðina?
- Eg veit ikki, men tað virkar, sum liggja hini liðini longuri afturi á vøllinum, enn tey gjørdu fyrstu dystirnar. Kanska hava vit fingið eitt sindur av respekt frá teimum í so máta, so vit sleppa ikki eins væl at spæla. Men vit mugu so bara koyra á, so vit aftur kunnu vinna nakrar dystir, segði Høgni Madsen.