Ein norsk kanning vísir, at umleið fjórði hvør roykjari ger á hvørjum ári eina roynd at leggja av, og at tað serliga er um ársskiftið, at fólk royna at sleppa av við tubbaki. Men kanningin vísir eisini, at tíverri byrja umleið 80 prosent aftur at roykja longu innan fyri eina viku.
Í norska heilsustýrinum undrast tey á, at bara umleið 25 prosent av roykjarunum royna at leggja av. Stýrið vísir á, at tey seinastu tíggju árini er talið á roykjarunum í Noregi minkað rættiliga støðugt, men kanska eru tað tey, sum ikki klára at leggja av, sum framvegis festa sær í. Tey, sum hava ella høvdu viljan, hava longu lagt av.
21 prosent av øllum norðmonnum millum 16 og 74 ár ella umleið 800.000 fólk roykja dagliga. 6.700 norðmenn doyggja av royking á hvørjum ári. Tað svarar til 16 prosent av øllum deyðsføllunum í landinum.











