Grønlendskir garnabátar, sum royna eftir toski á leiðunum við Nuuk, hava góðan fiskiskap,men teirra stóri trupulleiki, at tað er sera torført at sleppa av við toskin. Kringvarpið KNR skrivar, at virkið hjá Royal Greenland kann ikki arbeiða meiri enn átta tons um samdøgrið, og tað er ikki meiri, enn ein garnabátur kann avreiða.
Tað ger, at bátarnir mugu góðtaka at avreiða eftir tørni, soleiðis at bátar sleppa ikki at avreiða meiri enn tvær ferðir í hesum mánaðinum.
Teir, sum eiga garnabátarnar, siga, at støðan er ótolandi, og at tað er torført at hava bátarnar mannaðar undir slíkum umstøðum.