Sleppa ikki at yvirtaka loftrúmið uttan víðari

Altjóða felagsskapurin fyri loftferðslu er ikki sinnaður at gera broytingar, so nú verður roynt upp á ein annan máta

Tað gongur heldur strilti at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, tað er hetta, sum verður kallað tað ovara loftrúmið.

Í løtuni verður flogferðslan yvir Føroyum stýrd úr Íslandi, men samgongan hevði sett sær fyri at yvirtaka føroyskt loftrúm á føroyskar hendur.

Og nú hevur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, biðið Poul Michelsen greiða frá, hvussu tað gongur við hesi yvirtøkuni.

Poul Michelsen sigur, at fundir hava verið við altjóða felagsskapin fyri flogferðslu, ICAO, um at skipa eitt nýtt føroyskt loftrúm, eina Flight Information Region, sum tað eitur fakmáli, vanliga nevnt FIR.

Í løtuni er føroyska loftrúmið partur av Reykjavik FIR-økinum og í hesum sambandi hevur ICAO víst á, at talan er um eitt sera vælvirkandi FIR, og at tað tískil skulu vera serliga góðar orsøkir til at broyta tað.

Harafturat er tað staðfest, at skal eitt nýtt FIR-øki stovnast, er tað ein fortreyt, at full semja er í ICAO um tað.

Somuleiðis er tað ein treyt, at trygdin verður varðveitt á sama høga stigið sum hon er á í dag, og at rakstrarkostnaðurin ikki hækkar.

– Sostatt hevur ICAO ta støðu, at farið verður ikki undir at stovna eitt eitt nýtt, føroyska FIR-øki, sigur Poul Michelsen.

Poul Michelsen sigur, at tað er eftir avtalu ímillum Danmark og Ísland, at Ísland røkir loftferðsluna í økinum.

Skulu nakar av hesum uppgávum flytast á føroyskar hendur, skal tað gerast við samráðingum ímillum Føroyar og Danmark øðrumegin, og Ísland hinumegin.

Í hesum sambandi skal tað skjalprógvast, at allar broytingar eru til frama fyri flogferðsluna í økinum - og krøvini til skjalprógvini eru høg.

Hinvegin kann tað kann vera ringt at prógva, at broytingar eru til frama fyri flogferðsluna.

Men fyri at fáa gongd á málið, hevur Poul Michelsen vent sær til táverandi danska ráðharran, Ole Birk Olesen, við eini áheitan um at fara undir samráðingar um at Føroyar verða partur av avtaluni um Reykjavikar-FIR.

– Hetta gevur Føroyum møguleika at vera við til at avgera, hvussu, og hvar, tænastur og íløgur skulu staðsetast í FIR-økinum.

Poul Michelsen sigur, at fyri kortum hevur danski ráðharrin játtað, at hann er sinnaður at umrøða hendan møguleikan.

Hinvegin er semja við donsku stjórnina um eina arbeiðsætlan í sambandi við at yvirtaka niðara loftrúmið, tað eru tær tænastur, flogvøllurin í Vágum skal hava í sambandi við at flogfør skulu lenda og fara avstað.

Tað er tað, ið verður nevnt AFIS-tænastan, og hon er í torninum í Vágum, og endamálið er at føra flogfør til og frá flogvøllinum.

Tað er danska fyritøkan, Naviair, ið røkir í AFIS-tænastuna á flogvøllinum, og Vága Floghavn ber kostnaðin.

Loftferðslutænastan verður yvirtikin 1. januar 2020, og tá fer Vága Floghavn at standa fyri flogferðslutænastuni og teimum rakstrarútreiðslum, sum standast av uppgávuni.

Í løtuni eru fýra AFIS-operatørar hjá Naviair á flogvøllinum í Vágum, teir eru allir føroyingar, sum búgva í Føroyum.

Fíggjarliga fer yvirtøkan av AFIS-tænastuni at hava við sær eina ávísa útreiðsluhækking fyri Vága Floghavn, eitt nú til at útbúgva AFIS-operatørar. Talan er kortini einamest um serstakar útreiðslur, og tað er ikki væntandi, at vanligu rakstrar- útreiðslurnar fara at hækka, sigur Poul Michelsen