Sleppa ikki at uppkalla gøtu eftir Allani Simonsen

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin fær ikki gøtu í sínum navni

Býráðslimur í Vejle Kommune í Danmark hevur mælt veganevndini í býnum til at uppkalla vegir eftir nøkrum av kendastu ítróttarfólkunum úr býnum.

Tann kendasti av teimum er Allan Simonsen, sum er einasti norðurlendingur, ið er valdur til ársins fótbóltsspælara í Eruopa – tað var í 1977. Allan Simonsen spældi fyri feløg sum FC Barcelona og Borussia Mønchengladbach, og frá 1994 til 2001 var Allan Simonsen føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti.

Men hugskotið um Allan Simonsen gøtu fær kontanta móttøku frá formanninum í veganevndini í Vejle.

- Allan Simonsen er avgjørt ein persónur, sum vit kundu uppkallað ein veg eftir, men vit mugu bíða við tí. Vit hava ikki traditión at geva gøtum navt eftir núlivandi persónum, sigur Søren Brunbech við Vejle Amts Folkeblad.

Harvið er boðini greið frá formanninum í veganevndini: Allan Simonsen verður ikki uppkallaður, fyrr enn hann er deyður.