Amerikanarar eiga ikki at sleppa at ættleiða russisk børn. Tað er eitt krav, sum hevur verið frammi í Russlandi ta seinastu tíðina, og nú sigur Vladimir Putin, forseti, at hann styðjar kravið.
Upprunin til málið er søgan um ta tvey ára gomlu Dima Jakolev, sum bleiv ættleidd úr Russlandi til USA. Ein heitan summardag gloymdi amerikanski pápin gentuna eftir í bilinum, og úrslitið varð, at hon doyði. Hendingin skelkaði alt tað russiska fólkið, og tað gjørdi ikki støðuna betur, at ein amerikanskur dómstólur fríkendi pápan fyri at hava gjørt nakað revsivert.
Eitt annað mál er um tann átta ára gamla Arytom Sevelyev. Hann var eisini ættleiddur til USA, men ein dagin kom hann við flogfari til Moskva. Uppi á sær hevði hann eitt bræv frá sínari amerikonsku mammu, har hon skrivaði, at hon metti seg ikki vera mammu hansara longur, tí at barnaheimið, sum drongurin var komin frá, hevði ikki upplýst, at hann hevði sinnistrupulleikar.
-Verða amerikonsk foreldur ákærd fyri ágang ímóti egnum børnum, fáa tey upp í 20 ára fongsul. Men tá tað snýr seg um eitt barn, sum er ættleitt úr Russlandi, siga myndugleikarnir einki, sigur tann tjóðskaparligi politikarin Vladimir Zjirinovskij.
Nú hevur tað russiska tjóðartingið hert ættleiðingarlóggávuna, og herðingin skal forða fyri, at amerikanarar sleppa at ættleiða børn úr Russlandi.
Men í roynd og veru hevur avgerðin einki við umstøðurnar hjá russiskum børnum í USA at gera. Hon er heldur eitt svar upp á eina samtykt í amerikonsku Kongressini, sum sigur, at russar, sum hava ábyrgd av brotum á mannarættindini, fáa ikki innferðarloyvi til USA.