Sleppa ikki at taka vápnini frá okkum

Fakfeløgini hótta við tiltøkum, nú politikarar nú umhugsa at gera lógir, sum skulu forða fakfeløgum at raka alivinnuna í einum komandi verkfalli

 

Verkfalsrættur


?At fara í verkfall, er okkara besta vápn. Tað er eisini okkara demokratiski rættur. Og tann rættin skal ongin politikari røra.

IngeborgVinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag hevur ikki tikið tað væl upp, at politikarar nú eru farnir at tosa um at friða partar av arbeiðsmarknaðinum fyri verkfalli.

Tað er støðan,sum alivinnan kom í undir hesum seinasta verkfallinum, sum hevur fingið politikarar at ressast og at umhugsa at gera lógir sum skulu forða fakfeløgum í at leggja alivinnuma lamna í eini verkfalsstøðu. Ikki minst er tað støðan, sum tað ILA-rakta alibrúkið í Funningsfirði kom í, sum hevur fingið politikarar at stinga fingurin í jørðina.

Eftir verkfallið boðaði alivinnan frá, at hesa støðuna vildu teir ikki koma í aftur. Og Stutt eftir nevndi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, møguleikan at fáa Løgtingið at samtykkja, at alivinnan, og kanska djórahald yvirhøvur, skuldu friðast í framtíðar ósemjum á arbeiðsmarknaðinum so at møgulig verkføll ikki skuldu verða galdandi fyri tey,

Men hann hevur eisini boðað frá, at hann vildi helst havt , at fakfeløgini samdust um og góðtóku

tey tiltøk, sum blivu sett í verk.


Verður ikki góðtikið

Men tað er longu nú greitt, at góðkenning frá Føroya Arbeiðarafelag til hetta, kemur landsstýrismaðurin at bíða leingi eftir.

?Hetta fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Hon sigur, at hetta er tað sama sum at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum og tað sigur seg sjálvt, at tað kunnu fakfeløgini ikki lata sær lynda.

Hon vísir á, at verkfallsrætturin er tað seinasta og besta vápnið, fakfeløgini hava í stríðnum fyri betri sømdum.

?Vit kunnu ikki góðtaka, at hetta vápnið verður tikið frá okkum. Vit fara at ikki at sita hendur í favn ímeðan verkalsrætturin verður skerdur. Verður verkfalsrætturin skerdur hjá landsins størsta fakfelag, er tað heilt greitt, at vit fara at gera nakað við tað.

Hon er eisini púra sannførd um, at hini fakfeløgini fara heldur ikki at góðtaka, at verkfalsrætturin verður skerdur við lóg.

? Tað vildi verið at brotið allar fólkaræðisligar reglur.

Ingeborg Vinther ivast heldur ikki í, at sleppa politikararnir fyrst at pilka við verkfalsrættin í sambandi við alivinnuna, fer tað bara at vinda upp á seg.

?Hetta er ómetaliga vandamikið, tí har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Verður fyrst alivinnan friðað, verður ikki leingi til eisini til verkfalsrætturin hjá onkrum øðrum felag eisini verður skerdur og at lógir verða gjørdar um at friða onnur øki eisini, eitt nú heilsuverkið. Og so er allur verkfalsrætturin burtur, áðrenn vit vita av.

Akkurát, hvørji stig, fakfeløgini fara at taka, um tað kemur so langt, kann hon ikki siga nakað um enn.

? Lat okkum nú nú fyrst síggja, hvat alt hetta tosið endar við, sigur Ingeborg Vinther.

Í øllum førum ivast hon onga løtu í, at hetta fer at kosta samgonguni politiskt.

Hon minnir á, at tað styttist til val og fer samgongan at skerja verkfalsrættindini, fer tað at geva andstøðuni vind í seglini, tí ongin løntakari fer at stuðla eini sagonguni, sum trekkir tenninar úr fakfeløgunum.


Arbeiðsgevarar hava skyldina

Ingeborg Vinther vísir á, at tað vóru arbeiðsgevararnir, sum sjálvir høvdu skyldina av verkfallinum.

?Teir vildu ongantíð samráðast um okkara lønarkrøv. Beinanvegin, vit komu til lønarspurningin í samráðingunum, settu teir seg í sambandi við semingsstovnin, uttan at vit vistu av.

? Teir fingu eisini púra greitt at vita, at slitu teir samráðingarnar og tveittu okkum í eitt verkfall, blivu ongi undantøk givin og at vit fóru ikki at átaka okkum skyldina fyri avleiðingarnar ið stóðust av verkfallinum.

?So at geva okkum skyldina av støðuni og at taka verkfalsrættin frá okkum omaná alt, er ovboðið.

Hon vísir eisini á, at var ikki alivinnan, sum vendi sær til Føroya Arbeiðarfelag við umbøn um undantaksloyvi.

?Tað er djóralæknin, sum hevur júkað og júkað um undantaksloyvi. Verkfallið hevði ikki vart í meiri enn ein, ella tveir dagar, tá ið djóralæknin fór at gera vart við seg við umbøn um undantaksloyvi til eitt og annað í sambandi við alivinnuna, og tað skuldi djóralæknan hildið seg verið ov góðan til, sigur Ingeborg Vinther.