Sleppa ikki at taka gjald fyri parkering

Løgtingið vil loyva kommununum at seta gjaldsparkering í gildi

Tað verður ikki á hesum sinni, at eitt gamalt ynski frá Tórshavnar kommunu, og kanska øðrum kommunum við, verður gingið á møti.

 

Serliga Tórshavnar Kommuna hevur leingi vilja sloppið at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi í høvuðsstaðnum.

 

Men fyri at tað skal kunna lata seg gera, skal løgtingið samtykkja tað.

 

Og tað var akkurát tað, Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlaði, nú hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um fleiri broytingar í ferðslulógini.

 

Í hesum sambandi  hevur Johan Dahl ført fram, at ein treyt hevði verið, at peningurin, sum kemur inn, skuldi markast til at bøta um parkeringsviðurskiftini.

 

Men tá ið løgtingið atkvøddi um málið í gjárkvøldið, varð tann parturin av tí, tikin burtur úr.

 

Samgongan er av teirri áskoðan, at ”gjaldsparkering fer at tyngja munandi um fíggjarligu støðuna hjá teimum borgarum, sum frammanundan nýta nógvan pening til flutning til og frá arbeiði”, sum tikið verður til.

 

Eivin Jacobsen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, og sostatt limur í samgonguni, staðfestir, at parkering í størru kommunum, er ein vaksandi trupulleiki og fer at vaksa uppaftur meir komandi árini.

 

Hann hugsar serliga um ætlanina at gera Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil.

 

- Tí átti almenni myndugleikin ikki at lagt forðingar, men tvørturímóti átti hann at stuðla upp undir kommunalar ætlanir og sjálvræði á økinum.

 

- At arbeitt verður í kommunalum høpi við parkeringsætlanum og parkeringspolitikki, t.d parkeringshúsum ella økjum ímóti gjaldi er nýhugsan innan parkering, heldur tingmaðurin.

Men tá ið samanum kom, atkvøddi hann kortini saman við restini av samgonguni.

Løgtingið skal atkvøða um málið einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt. Tað verður í dag, men tað er neyvan annað enn ein avgreiðsluspurningur.