Løgreglan hevur havt mikið høvuðbrýggj av, at so nógvir bilar hava staðið fram við Kaldbaksvegnum seinastu vikurnar og hugt eftir døglingum, sum hugna sær inn á fjørðinum.
Fleiri ferðir hevur løgreglan heitt á bilførarar um ikki at steðga fram við landsvegnum, tí tað er so vandamikið fyri ferðsluna.
Men tað hevur ikki hjálpt serliga nógv, tí bilar standa í heilum fram við vegnum.
Men nú hevur løgreglan gjørt bart. Nú eru skelti sett upp fram við Kaldbaksvegnum, sum siga, at bilar ikki kunnu steðga.
So um fólk vilja steðga á at njóta døglingarnar, so mugu tey koyra yvir um fjørðin og steðga á Kaldbaksmegin, har ferðslan ikki er so nógv.