Loyvisnevndin gav ikki fyrireikarunum til fiskivinnustevnuna í Runavík undantaksloyvi til at selja rúsdrekka umborð á Norrønu. Ætlanin var at barrirnar skuldu verða opnar meðan fiskivinnustevnar er, men hetta gongur ikki.
Trupulleikin er, at onki er í vegin at skeinkja umborð, tað er bara ikki loyvt at taka pening fyri. Skal skeinkjast umborð á Norrønu, so má hon út um tríggjar fjórðingar.
-Skonkt verður umnborð, men vit halda okkum til tað sum lógin fyrisetir og tí verður bara skonkt í privatum samanhangi og ikki við vinningi fyri eyga, sigur Símin Hammer, stigtakari til North Atlantiå-ic Fish Fair.