Sleppa ikki at síggja drunnhvítan

Drunnhvítatúrarnir sum Jens Kjeld hevur skipað fyri seinstu árini eru avlýstir fyri í ár

 

Drunnhvítatúrarnir sum Jens Kjeld hevur skipað fyri seinstu árini eru avlýstir fyri í ár. Hetta kemst av, at Jens Kjeld ber ótta fyri, at útlendingar, sum plaga at luttaka á hesum túrum kunnu bera munn og kleyvsjúkuna við sær til nólsoyar og Jens vil ikki hava sitandi á sær, at hann er atvoldin til hesa herviligu sjúku í Nólsoy. Drunnhvítatúrarnir eru vorðnir heimskendir.