Tvær av trimum venjingarhallum lúka ikki treytirnar í marknaðarføringslógini, hevur Brúkaraumboðið staðfest.
Í sambandi við kanningina av prísmarknaðarførsluni hjá venjingarhallunum hevði Brúkarumboðið samband við ávikavist Vælvera Fitness, Yndi Fitness og Faroe Fitness.
Brúkaraumboðið vísti á, at tann vinnurekandi, tá eitt hald við bindingstíð verður marknaðarført, so hevur hesin til at upplýsa tann samlaða kostnaðin, sum brúkarin í minsta lagi kemur at gjalda sambært avtaluni. Hetta merkir, at prísurin skal upplýsast, íroknað øllum mánaðarligum kostnaðum, avgjøldum, ómaksgjøldum og stovningskostnaðum. Prísmarknaðarførslan hjá tveimum av trimum venjingarhallum luku ikki treytirnar í hesi áseting.
- Lóglig nýtsla av orðingini ókeypis í marknaðarføringshøpi er treytað av, at brúkarin kann fáa veitingina uttan mótveiting ella gjaldi, heldur ikki til fyrisiting, sendingarkostnaðum ella ómaksgjøldum, vísir Brúkaraumboðið á.
- At fáa ókeypis-vøruna má sostatt ikki vera treytað av keypi ella av, at brúkarin má rinda kostnaðir av nøkrum slagi til tann vinnurekandi. Um so er, at orðingin ókeypis verður nýtt ímóti hesum, er talan um brót á § 3, stk. 1 og 2 í marknaðarføringslógini um villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring, sigur Brúkararaumboðið, sum gav einari av venjingarhallunum boð um hetta.
Venjingarhallinar hava sostatt tikið áheitanina til eftirtektar, hava rættað marknaðarføringsátøkini í samsvari við tað omanfyrinevndu og vilja tryggja, at komandi marknaðarføringsátøk verða framd í samsvari við ásetingunum í marknaðarføringslógini










