Tey trý manningarfeløgini hava boðað frá, at eingin sleppur at mynstra umborð á ísfiskatrolaranum Ednu.
Hesum boðaðu feløgini frá í gjár.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at feløgini hava havt trupulleikar við hesum reiðarínum.
– Reiðarin hevur sagt okkum, at hann hevur ongan sáttmála at halda seg til, so hann ger bara sum hann vil, meðan vit halda okkum til sáttálan við Føroya Reiðarafelag, sigur hann.
So leingi ósemjan stendur við sleppur eingin at mynstra umborð á Edny.
Hoyrið samrøðu við Páll Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.