Flogvøllur
- Eg dugi ikki at síggja nakað skilagott í at byggja ein flogvøll afturat í Føroyum.
Tað sigur Marjus Dam, løgtingslimur fyri sambandsflokkin í Vágum.
Og hann staðfestir somuleiðis, at fær hann ikki fullgóð prógv fyri, at ein flogvøllur liggur betri onkra aðrastaðni í Føroyum, fer hann aldrin at góðtaka, at flogvøllurin verður fluttur úr Vágum.
- Men tey prógvini havi eg ikki sæð enn, legggur hann afturat.
Hóast landsstýrið nú hevur avgjørt at leingja vøllin í Vágum 350 metrar, so hann verður 1600 metrar, verður samstundis staðfest, at vit hava brúk fyri einum alternativum flogvølli, sum kann lúka framtíðar krøv.
Í hesum sambandi verða serliga trý støð kannað. Søltuvík í Sandoy, Glyvursnes á Streymoy og Skorðhædd í Eysturoy.
Men Marjus Dam heldur, at tað er øll orsøk til at vera á varðhaldi.
- Fyrr varð tosað um at gera ein framtíðarflogvøll í Føroyum. Nú er tað broytt til alternativan flogvøll.
Men sambandsmaðurin í Vágum heldur, at her er bara talan um gamalt vín í nýggjum fløskum.
- Endamálið er enn sum áður at flyta flogvøllin úr Vágum. Tí er alt tos um ein alternativan flogvøll ein hóttan ímóti vøllinum í Vágum.
Hann heldur tí, at hetta er ikki annað enn ein roynd at lumpa flogvøllin úr Vágum.
Milliardin brúkast betri aðrastaðni
Hann heldur, at tey, sum tala fyri einum alternativum flogvølli í Føroyum, hugsa ikki um samfelagsgagnið av honum, men um lokalpolitikk og atkvøður.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað er lokalpolitikkur, tá ið hann vil tvíhalda um vøllin í Vágum.
- Flogvøllurin í Vágum hevur ein regularitet upp á eini 98%, tí tað kann teljast á einari hond, tær ferðirnar, sum flogvøllurin er afturlatin fyri veður.
- Hann hevur so høgan regularitet, at hóast vit brúka hálva aðru til tvær milliardir upp á ein nýggjan vøll, umframt rakstrarkostnaðin, fáa vit ongan bata burturúr tí. Tað einasta, vit fáa burturúr, er, at
vøllurin er fluttur úr Vágum.
- Men aðrar orsøkir havi eg ikki sæð, sum kunnu tala fyri at hann verður fluttur.
Hann ásannar, at vøllurin í Vágum er heldur stuttur. Men hann staðfestir eisini, at tað ber til at byggja hann út til 1800 metrar.
- Gera vit tað, hava vit ein vøll, sum lýkur øll krøv til framtíðar flúgving í Føroyum í langa tíð frameftir og tað er endamálið, sama, hvar í Føroyum hann er.
Tí staðfestir Marjus Dam, at hann fer ongantíð at góðtaka, at vøllurin verður fluttur, bara av lokalpolitiskum orsøkum.
Hann vísir á, at tað er so sjáldan, at ólag er á flúgvingin í Vàgum, at ein nýggjur flogvøllur er ein rættiliga dýrur prísur at betala fyri nakrar fáar lendingar og fráferðir, sum kunnu teljast á aðrari hondini.
- Eg haldi, at tann milliardupphæddin, sum ein nýggjur flogvøllur kostar, kunnu verða brúktar betri onkra aðra staðni í samfelagnum
- Kanska hevði tað verið skilabetri at bygt smærri flogvallir ymsastaðni í landinum, eitt nú í Suðuroy, sum kundi verið brúktur til innanlandsflúgving.
Hann heldur kortini, at er tað onkur, sum heldur tað vera áhugavert at kanna ymisk viðurskifti í hesum sambandi, so skal hann ikki leggja seg í vegin fyri tí.
flyta vøllin úr Vágum, sigur Marjus Dam, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í Vágum