- Uppskotið bygdi á eina misskiljing. Tí leggja vit lok á tað, og taka tað uppaftur av nýggjum seinni, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður við Kringvarpið.
Stutt fyri jól varð eitt uppskot sent til hoyringar, sum hevði til endamáls at loyva størri matvøruhandlum at hava opið eins og teir smærri – tað vil siga longri á dagin og sunnudagar. Men nú er uppskotið jarðað, og landsstýrismaðurin sigur við Kringvarpið, at tað verður tikið upp aftur seinni.
Orsøkin er, sambært Poul Michelsen, at uppskotið bygdi á eina misskiljing. Tí landsstýrismaðurin segði seg halda, at Handilsvinnufelagið tók undir við at geva smærri og størri matvøruhandlum somu treytir. Men nú hevur Handilsvinnufelagið broytt støðu, og vil heldur hava, at allir handlar – eisini til dømis klædnahandlar og ítrivshandlar – sleppa at hava opið sunnudagar og longri út á dagin.
- Tað er ein for radikal broyting til, at vit fara at gera tað nú. Heldur leggja vit lok á hetta uppskotið, og taka tað upp aftur, tá vit hava havt høvi at tosa við Handilsvinnufelagið um, hvat tey vilja hava, og somuleiðis tosa við kommunurnar, sum verða raktar av einari slíkari liberalisering, sigur Poul Michelsen við Kringvarpið.









