Deyðin hjá unga amerikanaranum Otto Warmibier tykist nú at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum USA og Norðurkorea. BBC skrivar í dag, at amerikanska stjórnin framyvir fer at nokta sínum borgarum at ferðast til USA.
Tað eru Koryo Tours og Young Pioneer Tours, tvær av ferðaskrivstovunum, ið skipa fyri túrum til landið, ið boða frá avgerðini hjá amerikansku stjórnini. Sambært BBC verður forboðið sett í verk í august, tó at amerikanskir myndugleikar enn ikki hava váttað tíðindini.
Young Pioneer Tours var ferðasskrivstovan, ið skipaði fyri ferðini hjá Otto Warmbier til Norðurkorea, har hann bleiv handtikin og dømdur til 15 ára fongsul. Tá tað loksins eydnaðist amerikanskum myndugleikum at fáa unga mannin heim, var hann uttan vit og doyði eina viku eftir, at hann kom til heimlandið.
Sekstan amerikanskir ríkisborgarar eru handtiknir og fongslaðir í Norðurkorea síðan 1996. Av teimum sekstan eru tríggir enn í fangaskapi í Norðurkorea.










