Effo sleppur ikki at byggja nýggja bensinstøð í Hoyvík.
Tað samtykti býráðið einmælt í gjárkvøldið.
Effo hevði annars søkt um loyvi at byggjs bensinstøð við Vegin Langa, ímillum fyri Per Mohrs veg og Djúpagilsveg, beint niðanfyri Býlingshúsið Vesturi á Flat.
Býráðið hevði annars samtykt í heyst at broyta byggisamtyktina so at tað skuldi bera til at gera bensinstøð á stykkinum.
Í sama viðfandi samtykti býráðið eisini at selja Effo stykkið til endamálið.
Bara Marin Katrina Frýdal atkvøddi ímóti.
Men ætlanin hevur vakt øsing í Hoyvík og býráðið hevur síðani fingið ein lista við 104 undirskriftum frá fólki í grannalagnum, sum mótmæla ætlanini.
Og helst hevur tað gjørt mun, tí á býráðsfundinum í gjárkvøldið viðgingu býráðslimir, at helst var avgerðin ikki nóg væl umhugsað, sum tey málbóru seg
Sostatt samtykti býráðið einmælt í gjárkvøldið, at byggisamtyktin skal ikki broytast kortini. Sostatt kann bensinstøð ikki byggjast á stykkinum, tí hon kann vera til ampa fyri grannarnar, sum býráðið orðar seg.
Samstundis samtykti býráðið eisini í gjárkvøldið at taka samtyktina aftur um at selja Effo stykkið til bensinstøð.
Les eisini: Ætla at byggja bensinstøð í Hoyvík