Sleppa ikki at brúka telefonir á konsertum hjá Dylan

Bob Dylan kemur aftur til Europa at spæla konsertir í heyst

Ein slíkur toyposi verður brúktur til fartelefonirnar á konsertum hjá Bob Dylan

83 ára gamli tónleikalegendan Bob Dylan hevur í dag boðað frá, at hann fer á konsertferð í Europa í heyst.

 

28 konsertir standa á skránni.

 

Fyrstu tríggjar konsertirnar var í Prag í Kekkia dagarnar frá 4. til 6. oktober. Síðani fer Dylan at spæla konsertir í Týsklandi, Fraklandi, Belgia, Luksemborg og Bretlandi. Ongar konsertir verða í norðurlondum.

 

Konsertrøðin hjá Bob Dylan verður gjørd í samstarvi við tøknifyritøkuna Yondr, ið skal taka sær av, at áhoyrararnir ikki kunnu brúka fartelefonina undir konsertunum. Fólk skulu koyra fartelefonina í ein afturlatnan toyposa. Fólk sleppa tó út um konserthølið at brúka fartelefonina, tá ið tey ynskja tað.

 

Bob Dylan ynskir ikki, at áhoyrarar filma konsertirnar, tí tað bæði órógvar seg og áhoyrararnar.

 

##med2##

 

Ein slíkur toyposi verður brúktur til fartelefonirnar á konsertum hjá Bob Dylan