– Nokk er nokk. Hetta er so strævið, at vit eru komin har til, at vit tíma hetta ikki meira. Okkara dugnaligu ungu kokkar eru komnir hartil, at teir tíma hetta ikki meiri.
Tað sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum í sambandi við málið um tarvkálvarnar, sum Hotel Føroyar eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni mátti koyra á Sandvíkarhjalla.
Johannes Jensen greiðir frá, at Hotel Føroyar, sum eisini rekur matstovuna Áarstovu í Havn, er eitt løggilt virki, sum bara má keypa løggildar matvørur. Men tó eru undantøk, tá tað snýr seg um føroyskan mat, so sum turt kjøt, ræst kjøt og so framvegis, og fram til 2015 hava tey loyvi til at keypa skerpikjøt.
– Vit hava eina mentan í Føroyum, har vit hagreiða egnan mat í kjallarum, sum eisini kann seljast beinleiðis til brúkaran í durasølu. Seyður, sum skal seljast í handlum ella matstovum, skal slaktast í góðkendum sláturhúsi, sigur Johannes Jensen.
Men tað ber ikki til, tá talan er um tarvkálv, tí einki sláturhús í Føroyum er góðkent at fletta kálv. Tí ber tað hvørki til at selja ella keypa tarvkálvakjøt í Føroyum til eina matstovu.
– Skulu vit hava tarvkálvakjøt, so mugu vit keypa tað úr Danmark. Ta reinu og frísku føroysku vøruna sleppa vit ikki at brúka, hóast vit hava fakfólk – kokkar – sum kunnu taka sær av vøruni, beint sum hon er slaktað, sigur Johannes Jensen.
Hann vísir á, at talan er um kjøt, sum verður hitaviðgjørt í framleiðsluni, og hann ber hetta saman við skerpikjøt, sum verður etið rátt, og sum fleiri ferðir hevur ført til, at fólk eru deyð av botulismu.
Johannes Jensen heldur, at hetta er stór niðurgering av eldhugaðum kokkum, sum royna at gera nýggjar vørur úr tí stóra føroyska matvørutilfeingi, sum vit hava, og hann viðgongur, at Hotel Føroyar hevur gjørt eitt mistak við, at hetta neytakjøtið er komið til hotellið uttan um góðkent sláturvirki.
Tað mistakið stóðst av, tey á hotellunum hildu, at tarvkálvarnir kundu slaktast í sláturhúsinum í Hósvík, meðan bóndin ikki hevur givið gætur, at kjøt, sum verður selt matstovu, skal slaktast á góðkendum sláturhúsi, tí hann er vanur við at selja beinleiðis til brúkaran, so sum hann hevur loyvi til.
Tí góðtaka tey á Hotel Føroyum sjálvandi, at tilgongdin ikki hevur livað upp til krøvini, men hartil og ikki at kunna finna eina loysn, tað er ov langt úti, heldur Johannes Jensen.
Tá Heislufrøðiliga starvsstovan ger vart við mistakið eftir eitt ófráboðað eftirlit, royna tey á Hotel Føroyum at finna eina loysn soleiðis, at bóndin kann fáa kjøtið aftur – annaðhvørt til sjálvur at eta ella at selja víðari til brúkaran. Men tað sleppa tey ikki. Kjøtið skal beinast burtur, eru boðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Johannes Jensen vísir á, at tað er ikki bara galið við lógunum.
– Vit kunnu ikki skylda upp á lógirnar, tað eru fólk, sum umsita lógirnar og sum hava gjørt viðmerkingarnar til lógirnar í sínari tíð, tað er har, tað er galið, sigur Johannes Jensen.
– Men nokk er nokk. Vit kunnu keypa tunfisk, sum er pakkaður í Afrika og selja hann her. Vit kunnu eta junkfood og alt møguligt annað, sum er skaðiligt, men ikki fantastisku føroysku rávøruna, sigur Johannes Jensen, sum heldur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í alt ov stóran mun er ein forboðsstova.
– Og so síggja vit stórar kampanjur um at keypa føroyskt, sum bara er føroyskt hálvfabrikata. Man fer ikki eftir loysnum, men eftir trupulleikum. Fólkini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni mangla eina mentan á økinum, tey hugsa bara um ES reglur heldur enn at brúka sunnan fornuft og finna loysnir, sigur hann.
Johannes Jensen vísir á, at í Hotel Føroyum samstakinum starvast 24 kokkar og kokkanæmingar, og at teir eru um at missa pippið av, at einki skal bera til við tí fantastiska føroyska matvørutilfeingi, sum er her rundan um okkum.
– Vit gera eitt stórt arbeiði fyri at menna hesa mentan okkara. Vit keypa eitt nú øll jarðberini av Sundi, og vit keypa alla framleiðsluna í Vakstrarhúsinum hjá ALS í Sandavági. Vit hava fingið góðkent framleiðslu soleiðis, at vit kunn keypa 2.000 góðkendar lambsbøgir og 1.500 tjógv, sum vit kunnu servera á okkara matstovum. Tí er tað so møtimikið, at vit alla tíðina skulu merkja mótstøðu frá Heilsfrøðiligu Starvsstovuni heldur enn at vit kunnu tosa saman og finna loysnir. Tí sjálvandi ber til at finna loysnir, sigur Johannes Jensen.
Hann vísir á, at tey sjálvandi eftirlíkaðu kravinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at kjøtið skuldi beinast burtur. Kálvakjøt skuldu tey hava, og tí varð nýtt danskt kálvakjøt keypt úr Danmark.
Johannes Jensen hevði ynskt sær, at tað bar til at tosa við heilsumyndugleikarnar, so loysn kundi fingist á hesum trupulleika, sum føroyskar matstovur hava. Ikki bara tá tað snýr seg um kálvakjøt.
– Tað er tað sama við fantastisku skeljadjórunum, sum vit hava her. Men tað sleppa vit heldur ikki. Vit skulu keypa útlendsk skeljadjór heldur enn tey góðu føroysku skeljadjórini, sum kundu gjrøt Koks til heimsins bestu matstovu, sigur ein ikki sørt argur Johannes Jensen.
---------
til sitat:
– Trupulleikin er, at vit sleppa ikki at lata kjøtið aftur til bóndin, men eru tvingað at beina fyri tí
– Tú kanst ikki diskutera trupulleikar við tey, tí so er vandi fyri at tú verður meldaður...
– Vit hava so gott tilfeingi her rundan um okkum. Kokkarnir hava bara rávøruna at arbeiða við. Men teir sleppa ikki at brúka ta góðu føroysku rávøruna, og skulu ístaðin innflyta eina ofta minni góða vøru uttanífrá.