Sleppa ikki at bíleggja tíð til koppseting beint nú

Tað er slíkur gravgangur eftir at bíleggja tíð, at proppur kom í skipanina

Í løtuni ber ikki til at bíleggja tíð til koppseting fyri koronu. Sjúkrahúsverkið sigur, at tað er slíkur gravgangur eftir at fáa tíð, at telduskipanin toldi ikki trýstið, so tað kom proppur í.

 

Nú kunnu øll, sum eru 16 ár, og eldri, bíleggja tíð, so tað er eitt stórt tal á fólki, sum kann fáa tíð, og tað toldi skipanin ikki. Tey arbeiða við trupulleikanum og heita á fólk um at geva tol og at royna aftur eina ferð seinni.