Pedagogfelagið ávarar nú limir sínar ímóti at átaka sær arbeiði, sum annars er rakt av verkbanninum hjá kommununum.
Eftir at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið slitnaði um vikuskiftið, fóru leiðarar og varaleiðarar í verkfall. Men í Kommunufelagnum vóru tey skjót at svara aftur og at lýsa verkbann fyri allar pedagogar á dagstovnum kring landið.
Í hesum sambandi áleggur Pedagogfelag nú limum sínum til ikki at átaka sær verkbannsrakt arbeiði. Tað merkir, at limir í Pedagogfelagnum heldur ikki skulu átaka sær at ansa børnum, sum annars átti at verið á stovni.
– Limir, sum ganga ímóti boðunum frá felagnum, faa ikki endurgjald fyri mista inntøku, so leingi verkbannið hjá Kommunla Arbeiðsgeverafelagnum stendur við, sigur Pedagogfelagið.