Sleppa helst ikki at skifta navn

Premier League-felagið Hull City sleppur helst ikki at kalla seg Hull City Tigers.

Assem Allam, sum er eigari í Premier League-felagnum Hull City, hevur havt ynski um at broyta navnið á felagnum til Hull City Tigers. Hetta varð ikki væl móttikið hjá viðhaldsfólkunum, og nú hevur ein limanevnd í enska fótbóltssambandinum, FA, eisini mælt FA frá at geva loyvi til navnabroytingina.


Fulla navnið hjá felagnum er í løtuni Hull City A.F.C., men eigarin ynskir altso at fáa eyknevnið, sum er The Tigers, við í navnið og kalla tað Hull City Tigers.


FA tekur endaliga avgerð um navnabroytingina 9. apríl.