Starvsfólk í heilsuverkinum og almannaverkinum skulu helst ikki arbeiða yvir.
Tað hava tey bæði ráðini greitt Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum frá, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerðar.
Trivnaðarnevndin vil hava at vita um nakað er í páhaldinum hjá fakfeløgunum um, at at starvsfólk á almanna- og heilsuøkinum ikki sleppa at arbeiða yvir.
Almannamálaráðið sigur, at tá ið talan er um yvirtíð, er meginreglan at hetta skal avspákast, og tað verður gjørt í tann mun, tað er gjørligt.
- Hetta verður gjørt fyri at játtanirnar skulu halda, sigur Almannamálaráðið.
Heilsumálaráðið sigur, at eftir fleiri sáttmálum skal yvirarbeiði, so vítt gjørligt avspákast og ikki útgjaldast.
- Harumframt er týdningarmikið, at gott tamarhald er á lønarútreiðslunum og tískil eisini á yvirtíðini.
Ein grundgeving fyri at seta flatskattin í verk var annars nettupp tann, at tað skuldi loysa seg at arbeiða yvir.
Men tann grundgevingin kann ikki brúkast í sambandi við starvsfólkið í almannaverkinum og heilsuverkinum, sum eru eru nógv teir størstu almennu arbeiðsgevararnar, tí, sum bæði ráðini siga, skulu tey fólkini helst ikki arbeiða yvir.
Hinvegin heldur Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum, at sjálvandi skal tað bera til at arbeiða yvir - har tað ber til.










