Sleppa heim til sjúk børn við fullari løn

MISMUNUR Nú skulu eisini tímalønt sleppa at verða heima hjá sjúkum børnum við fullari løn, akkurát, sum tey alment løntu

- Nú skal tað vera slutt við hesum skammiliga mismuni ímillum tímalønt og fastlønt á arbeiðsmarknaðinum.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Í næstu viku fer Løgtingið at viðgerða ikki færri enn tvey uppskot um at geva tímaløntum rætt til at vera heima hjá sjúkum børnum, uttan at missa løn.
Annað uppskotið hevur Hans Pauli Strøm lagt fram fyri Javnaðarflokkin og hitt uppskoti hevur Miðflokkurin lagt fram.
Hans Pauli Strøm sigur, at mismunurin, sum arbeiðsmarknaðurin ger á tímaløntum og fastløntum í hesum sambandi, er ein stórur skammblettur.
- Sum tey einastu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, eiga tímalønt ikki eiga rætt til løn fyri at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag og tað er ein av teimum ljótu mismununum á okkara arbeiðsmarknaði.
- Tá ið eitt barn hjá fastløntum foreldrum verður sjúkt, er bara at taka telefonina og boða frá, at tey tíverri ikki kunnu koma í dag. Men tey varðveita fulla løn, uttan at tað er neyðugt við váttanum av nøkrum slagi
- Men hjá einum tímaløntum kostar tað eina dagløn.

Onki er hent
Hetta er eitt mál, sum hevur verið afturvendandi á Føroya Løgtingi.
Hesi síðstu fimm árini hevur tað í miðal verið til viðgerðar eina ferð um árið, men ongantíð hevur tað eydnast at loysa tað.
Ein orsøk til tað er, at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin halda, at hetta er ikki eitt mál, sum løgtingið skal blanda seg upp í, tí hetta er eitt mál, sum skal loysast í samráðingum ímillum fakfeløgini hjá teimum tímaløntu og arbeiðsgevarunum.
Annars hevur Løgtingið tvær ferðir hesi seinstu tvey árini samtykt at biðja landsstýrið arbeiða við málinum.
Men tað er onki hent, og tí verður málið tikið fram aftur nú.
Seinast tað varð samtykt, atkvøddu Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin fyri.

Góðar vónir
Men av tí, at tað nú eru løgd heili tvey uppskot fyri Løgtingið um hetta sama, hevur Hans Pauli Strøm góðar vónir um, at tað fer at verða samtykt.
Uppskotini snúgva seg um, at tað skal vera loyvt tímaløntum foreldrum at vera heima hjá sjúkum barni tann fyrsta dagin, tað er sjúkt, uttan at missa løn.
Hvørt av foreldrunum skal hava rætt til at verða heima hjá sjúkum barni 10 dagar um árið.
Miðflokkurin heldur, at hetta kann gerast sum ein sosial skipan, ella sum ein skylda, ið áliggur arbeiðsgevaranum.
Hans Pauli Strøm heldur, at sjálvandi skal hetta vera ein skylda hjá arbeiðsgevaranum.
- Vit ikki lata standa til longur, tí tað kann ikki góðtakast, at ein so stórur partur á arbeiðsmarknaðinum framhaldandi skal liva við hesum mismuni.
- Tí er tað neyðugt, at løgtingið tekur sær um reiggj samtykkir, at tímalønt skulu eiga sama rætt sum fastlønt at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag, sigur Hans Pauli Strøm.

Eg svíki ikki samgonguna


- Eg svíki ikki samgonguna, hóast eg nú einsamallur leggi uppskot fyri Løgtingið um at geva tímalæntum rætt til løn á barnsins fyrsta sjúkradegi, akkurát sum alment lønt fáa.
Tað sigur Hans Pauli Strøm Løgtingsmaður.
Hóast hann er í samgongu, er hann nú farin í sjálvdrátt og hevur lagt uppskot fyri Løgtingi um at fáa hendan skammiliga mismunin burtur, sum hann kallar tað, at tímalønt ikki kunnu vera heima barnsins fyrsta sjúkradag, akkurát sum alment lønt hava rætt til.
Hans Pauli Strøm vísir á, at Løgtingið hevur ikki færri enn tvær ferður samtykt at landsstýrið skal arbeiða við málinum, men tað hendir onki kortini.
- Landsstýrið noktar at fylgja tingsins vilja, staðfestir hann.
Hann sigur at hann hevur eisini fingið at vita frá landsstýrinum, at ongar ætlanir eru at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva tímaløntum sama rætt sum fastløntum á hesum øki.
Hann sigur, at hann hevur eisini spurt samgongufelagarnar í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum um teir vilja vera við at leggja uppskotið fram.
- Men tað vilja teir ikki!
Hans Pauli Strøm sigur, at tískil er onki at gera uttan at hann leggur uppskotið fram sjálvur, tí hann heldur, at hesin mismunur á tímaløntum og fastløntum er so skammiligur, at nú má hann burtur.
- Og tá ið landsstýrið ikki vil, er onki at gera uttan at Løgtingið tekur sær um reiggj, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hinvegin hevur hann eisini fingið at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, at hon hevur onki ímóti, at hann leggur uppskotið fyri Løgtingið.
Hann sigur, at sostatt veit samgongan av, at hann leggur uppskotið fram og tí metir hann ikki, at hetta er at stinga samgonguna í ryggin.