Felagið fyri grafisk listafólk, ListGraFo, sleppur at húsast í gomlu evningsstovuni undir auluni í Finsen hóast alt.
Tað gjørdist greitt, eftir at ListGraFo herfyri skrivaði undir sáttmála við Tórshavnar kommunu um leigu av hølunum.
ListGraFo hevði upprunaliga avtalu við kommununa um leigu av hølunum, men hølini skuldu brádliga nýtast til at húsa einum flokki frá Skúlanum á Fløtum, tí skúlin var tá ikki liðugur. Síðani hevði kommunan tikið avgerð um at játta hølini til Talvefelagið ístaðin, og farið varð tí undir at leita eftir øðrum hølum til ListGraFo.
Tað var ein avbjóðing at finna hóskandi høli til stóru pressurnar, ið ListGraFo nýtir í sínum arbeiði, og endin varð, at Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri javnaðarflokkin, bað um at fáa málið aftur fyri býráðið við tí fyri eyga at veita ListGraFo innivist í teimum hølum, sum tey høvdu fingið lovað, og líkt er nú til, at høliskabalin hjá býráðnum er gingin upp.
Talvfelagið verður ístaðin flutt í sangstovuna, sigur Tórshavnar kommuna.
ListGraFo sleppur fram at evningsstovuni um hálvan januar, sigur ListGraFo fyri in.fo.
Til ber at lesa um alt málið í Sosialinum frá 18. desember.